Meistarin er her og rópar teg
”Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: »Meistarin er her og rópar teg.« ”
Jóh. 11,28
Ein trúgvandi kona arbeiddi á ungum árum á Sjómansheiminum uppi í Føroyingahavnini. Meðan hon var har, broderaði hon eina veggjamynd, har hetta skriftstaðið stóð: Meistarin er her og rópar teg. Henda myndin varð hongd upp á veggin í Sjómansheiminum.
So gingu mong ár. Hon fer so ein dagin ein túr suður í Sandoynna og koyrir til Sands. Har sær hon missiónshúsið, og á útvegginum stendur: Meistarin er her og rópar teg.
Hon fer at práta við fyristøðumannin fyri missiónshúsið og spyr hann, hvussu tað ber til, at nettupp hatta skriftstaðið stendur har. Hann greiðir tá frá, at hann hevði sæð tað á sjómansheiminum í Føroyingahavnini, og tað steðgaði honum og leiddi til hansara frelsu.
„Sæl eru tit, ið allar staðir sáa.“ Jes. 32,20.
„Við Guds hjálp vit skulu stórverk vinna.“ Sálm. 108,14.
Effie Campbell