Ein stór uppliving
”Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« ”
Matt.28,19-20
Hesa andakt hevur Adrian Johansen, trúboðari av Strondum, skrivað. Hon hevur staðið í bókini „Viðførið“,
sum P/f Dagblaðið gav út:
Telefonin ringdi, og eg fekk eina heilsan frá einum góðum vini, sum lá sjúkur. Kona hansara segði, at maðurin fegin vildi hava meg at vitja seg, tí hann var so sjúkur. Hugsanir bylgdust í sinni mínum. 53 ára gamal og nívdur av krabbameini. „Hvat skal eg siga við ein deyðasjúkan mann?“ hugsaði eg.
Vit fóru avstað. Kona mín koyrir fyri meg, av tí at eg sjálvur eri sjúkur. Hann lá stillur í song síni, og fyrsta vit komu innum, sóu vit, at hann var deyðamerktur. Meðan vit sita hjá honum, síggja vit, at hann vil siga okkurt.
„Eg havi havt eina undurfulla uppliving,“ byrjaði hann. „Triðja jóladag misti eg vitið. Eg sá Jesus koma og taka meg. Hann kom í einari stórari eldsúlu. Klæði míni vórðu fullkomiliga brend av mær, og eg varð latin í gyltan klædning og fekk nýggjar skógvar á føturnar.
Tá ið eg kom inn í Himmalin, kom pápi ímóti mær og beyð mær vælkomnum, og eg kendi aftur mong menniskju, sum vóru deyð í trúnni á Jesus Kristus. Tað var undurfagurt í Himli, og øll vóru glað. Men eg sá eisini menniskju verða koyrd út í eldhavið. Ein stórur skari var savnaður um Jesus, og eg kendi meg so væl har, at tað kann ikki sigast við orðum.
Tá ið eg hevði verið í Himli eina løtu, kom Jesus til mín og segði: „Tú mást fara niður aftur á jørðina, tí har er nakað, tú skalt gera fyri meg. Ja, tú hevur eitt stórt verk at útinna.“ Eg gjørdist harmur, tí tað var so gott at vera í Himli. Men brádliga lá eg aftur her í song míni, og eg liggi bara og bíði eftir, at Jesus kemur at taka meg heim til Himmals. Hann hevur tikið allan ótta frá mær. Nú er tað bara eitt, eg vil, og tað er at siga øllum menniskjum, ið eg komi í samband við: JESUS ER EIN VERULEIKI. Tí ræður um at taka ímóti innbjóðing hansara. Nú liggi eg og gleði meg til at koma heim til Himmals.“
Meðan eg siti har, fær myndin eitt størri samanhang, og eg hugsi við mær: Tú skalt skriva hetta niður. Við skrivimaskinu kanst tú røkka milliónir av menniskjum. Sjálvur eri eg seinastu tíðina tvær ferðir fluttur á sjúkrahús við ongum viti. Eg ivist einki í, at eg skuldi koma heimaftur, og at Ovi eina løtu skuldi uppliva Himmalin, fyri at vit skuldu rópa til onnur: JESUS KRISTUS ER EIN UNDURFULLUR VERULEIKI!
Nú fært tú, sum lesur hetta, kyndilin handaðan. Vilt tú handa hann víðari og rópa: JESUS ER EIN LIVANDI VERULEIKI? Skunda tær at gera upp, so tú, ið hetta lesur, kanst vera ferðabúgvin.
Adrian Johansen.