Reinsaður frá synd

„Blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.“
1. Jóh. 1,7

 

Ein sera kaldan vetrardag gekk ein kona, sum hoyrdi til frelsunarherin, og gjørdi trúboðaragerning millum tey fátæku fólkini, sum búðu í einum tí versta býarpartinum í London. Í einum húsum við nógvum íbúðum gekk hon upp gjøgnum eina mongd av trappum, so fór hon frá hurð til hurð og bankaði uppá. Summastaðni vóru tey ógvuliga ófólkalig og við grovum orðum sýttu tey henni atgongd. Nøkur fá lótu hurðina upp og góvu henni loyvi at koma inn og siga søguna um Jesus.

So kom hon til ta síðstu av nógvum, nógvum hurðum og bankaði uppá har. Tá fór hurðin nakrar fáar tummar upp og ein tjúkkur maður spurdi ilskliga: „Hvat vilt tú?“

„Eg eri ein, sum arbeiðir fyri Kristus,“ svaraði hon, „og eg beri tey góðu frelsutíðindi.“

„Far burtur hiðani. Vit hava ikki brúk fyri tær her.“
Trúboðarin vendi sær við og ætlaði sær at fara, men steðgaði á, tá ið hon hoyrdi eina veika rødd tosa.

„Á, góði lova henni inn. Eg má síggja hana. Send hana ikki burtur.“

Maðurin fekk ikki staðið ímóti bønini hjá sjúku konu síni. Tvørur læt hann hurðina upp, og trúboðarin steig innum. Hon sá eina konu, álvarsliga sjúka, sum lá í einari hoyrúgvu.

„Á tygum,“ stunaði konan, „vita tygum nakað um blóðið, sum reinsar frá synd?“

Trúboðarin var stórliga bilsin.

„Hvar hava tygum hoyrt um tað?“ „Tað minnist eg ikki rættiliga. Men einaferð fyri árum síðani, fór eg inn í eina kirkju og hoyrdi onkran tala og syngja um blóðið, sum reinsar frá allari synd. Eg havi brúk fyri hasum blóðinum, tí eg havi verið ein syndari, og eg vil verða rein.“

„Jú, eg kenni mannin, hvørs blóð reinsar,“ svaraði konan, sum var komin á gátt.

So tosaði hon eymliga um mannin, sum av fríum vilja gav lív sítt, so at allir syndarar kunnu verða reinsaðir. Hon bað fyri tí sjúku konuni og fyri manni hennara og lovaði teimum læknahjálp.

Við trúgv tók konan ímóti ofrinum, sum varð gjørt hennara vegna, og eitt yvirbragd av friði kom í móðu eygu hennara.

„Eg eri ikki bangin longur,“ segði hon og tók í hondina á trúboðaranum. „Eg eri so glað, tí tygum komu. Farið nú skundisliga og sigið hesi góðu tíðindi fyri øllum.“ „Reach out“ 3. mai. – Effie Campbell umsetti.