Tað gróðursetta orðið

“ … orðið, sum er gróðursett í tykkum.”
Ják. 1,21.

 

Tað ræður um at hoyra og lesa Guds orð soleiðis, at orðið verður gróðursett í hjartanum. Har inni skal orðsins træ hava loyvi at standa og bera fruktir fyri Gud. At lata orðið fáa ræði á sinninum og tonkunum, so at tey heilt verða vegleidd og rættleidd av orðinum, tað er tað, vit kalla fyri umvending.

 

Royn nú, um tú í dag kanst lata Guds orð fáa loyvi at festa sínar røtur inni í tær – tak tað við út í gerandisdagin, og tá ið tú stendur har úti og møtir teimum mongu smærri og størri trupulleikunum og skalt taka støðu til hetta og hatta, lat so hitt gróðursetta orðið vegleiða teg at gera hitt rætta.

 

Hann, sum av sonnum letur orðið gróðurseta í hjartanum, fer at bera vakrar fruktir, tað svitast ikki – tað vil siga, tað er ikki hann sjálvur, sum ber hesar fruktirnar; men tað er hitt gróðursetta orðið, sum ger tað. So verður alt sjálvrós útistongt, og eftir verður bara ein lovprísan av tí livandi Guds orðinum, sum skapar tað, ið tað nevnir.

Ejnar Fledelius, prestur. E. Campbell umsetti.