Annað krossarorðið
Annað krossarorðið er: “Í dag skalt tú vera við mær í páradís!” Luk. 23,43.
Ránsmaðurin fekk nógv meira, enn hann bað um. Hann bað um ein tanka: “Minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!” Men hann fekk Páradís!!
Hann fekk tað týdningarmesta, sum hann kundi fáa. Nevniliga ein ævinleika saman við Jesusi! Henda frásøgnin sigur eisini, hvussu týðandi Jesus er fyri okkum. Ránsmaðurin hevði einki at koma við.
Hann hevði onga sterka trúgv. Hann fekk ikki gjørt nakrar góðar gerðir. Lívið var liðugt fyri hansara viðkomandi. Men tað var tá, at tað rættiliga byrjaði!!
Jesus gjørdist bjargingin, og hann fekk pláss í Páradísi.
Jesu gerningur fyri okkum á krossinum fær týdning fyri hetta lívið. Men tað týdningarmesta er, at Hann hevur latið ein veg upp fyri okkum til Páradís!
Vit fara at arva Guds Himmal!
Sten Sørensen.
Effie Campbell umsetti.