Orginalur – kopi

“Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur.”
Sálm 139,14

 

 

Vit vita øll, hvat ið ein kopimaskina er. Tú leggur eitt skrivað ark í maskinuna. Hetta kallast ein orginalur. Síðani setir tú maskinuna í gongd. So koma t.d. 10 ørk útaftur. Tey eru øll eins, fullkomiliga líka. Tey kallast kopiir.

 

Tað var Søren Kierkegaard, sum segði, at øll menniskju koma inn í hesa verð sum orginalar; men tá ið tey doyggja, fara tey flestu í grøvina sum kopiir.

 

Gud hevur skapt okkum í mynd síni. Hann skapti okkum ein og ein, og so legði hann ymsar talentir niður í hvønn einstakan. Vit eru øll ymisk. Ikki ein okkara er líka, vit eru orginalar.

 

Talentirnar, sum Gud hevur lagt niður í okkum, skulu vit brúka. Eg eri eg, og eg skal tora at liva lívið fult út við teimum talentunum, Gud hevur givið mær. Brúki eg ikki hesar talentir, tí eg óttist fyri, hvat ið hann ella hon halda ella siga, ja, so liggur tann gerningurin ógjørdur, tí eingin er skaptur akkurát sum eg og dugir at gera tingini, sum eg geri tey. Tað er bara eitt av tí slagnum, kopiir finnast ikki.

 

Hví eru vit so bangin fyri at brúka talentirnar – evnini – fult út til Guds æru. Tað er tí, at jantelógin ræður í hesum heimi, lógin, sum sigur, at tú endiliga ikki mást halda teg vera nakað.

 

Jú, trúgvandi menniskju eru nakað! Tey eru Guds børn! Tey eru kongsbørn! Tey eru himmalsins arvingar!

 

Far tí til verka og nýt talentirnar, Gud hevur lagt niður í teg, til hansara æru.Eingin kann gera akkurát tað, tú kanst. Lít ikki til viks og kopiera hini. Gud hevur skapt teg sum ein orginal.

Effie Campbell.