Snævurskygdur
”Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guðs son, hevur ikki lívið.”
1.Jóh.5,12
Verðin heldur, at tey Jesus-trúgvandi eru so snævurskygd, tá ið ræður um frelsuna og æviga lívið. Tey halda, at vit hugsa ov „smalt“.
Jesus sigur í Jóhs. 14,6: ”Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Her er talan um Jesus.
Í Áps. 4,12: ”Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.« ”
Tað navnið er Jesus.
Í 1. Jóh. 5,11–13: ”Og hetta er vitnisburðurin, at Guð hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lívið er í syni hansara. Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guðs son, hevur ikki lívið. Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guðs sonar.”
Effie Campbell umsetti