Tøkk

🖤

Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið mín elskaði maður og okkara elskaði pápi, verfaðir, abbi og langabbi, Tórfinnur Hansen f. 20. septembur 1935 d. 26. februar 2025 doyði og var jarðaður.

Hjartans tøkk til starvsfólkið á Sjóvarlon fyri umsorgan og røkt tey árini, hann búðu har. Takk til øll tykkum, sum upp á allar mátar hjálptu til við jarðarferðini: Ommusonin Jákup, kirkjutænarar, sangarar, streingjakórið og gravara; og tykkum øllum, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri lán av Bygdasalinum og fyri alt, sum bleiv gjørt fyri, at dagurin bleiv minniríkur. Takk fyri allar heilsanir og fyri blómur og kransar. Takk tit øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Jesuspápi veri hjá tykkum øllum.

Familjunnar vegna Jana, Tórhild, Dan og Lillian