Lýdni

”Móðir hansara sigur við tænararnar: »Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.« ”
Jóh.2,5

 

Hetta vóru orðini, Maria segði við tænararnar í brúdleypinum í Kána.

Lýdni móti Gudi í øllum hansara leiðbeiningum er til allar tíðir treytin fyri, at signingin kann vera úrslit av lívi okkara. Trúgv er ikki eitt verk ella okkurt bragd, men at vera lýðin og gera, sum Jesus sigur. Ger tað, og tú skalt sanna, at soleiðis er tað.

Jesus segði við lærusveinarnar: „Setið gørnini út høgru megin bátin.“ Tað gjørdu teir so og fingu nógvan fisk.

Hann segði: „Takið steinin burtur!“ Og tey, sum stóðu so sorgarbundin har, sóu Lázarus koma út úr grøvini.

 

Við Pætur segði Jesus: „Kom!“ Og Pætur kundi enntá ganga á vatninum yvir til Jesusar. Hetta er vert at minnast til: „Farið og gerið tað, sum hann sigur við tykkum!“ Effie Campbell umsetti.