Mótloysi

”Tí at ikki gav Guð okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda. ”
2.Tim.1,7

 

Ein kona, sum á ungum árum fór at arbeiða innan kristiligt virksemi, kendi seg mótfalna. Ein eldri maður segði tá við hana: „Hasin andin kemur ikki frá Gudi, tí Skriftin sigur: „Tí ikki gav Gud okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda.“ 2. Tim. 1,7. Nei, hatta mótloysið kemur frá í neðra, frá myrkursins fúrsta. Hann vil hava okkum niður við nakkanum.“

So gekk ein tíð, so hittust hesi bæði aftur. Maðurin spyr hana: „Nú, hvussu gongst?“ – „Nei, einki serligt. Tað koma so fá á møti.“ – Maðurin svarar: „Skriftin sigur ikki, at tá ið vit eru nógv á møti, tá skal eg vera mitt ímillum tykkara. Nei, hon sigur: „Har sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.“ Matt. 18,20.

„Hasin maðurin hjálpti mær nógv í mínum andaliga arbeiði, tá ið eg var so ung og óroynd,“ endaði konan. Effie Campbell