Orð
”Alt er mær loyvt; men ikki alt er gagnligt. Alt er mær loyvt, men eg skal ikki lata nakað fáa vald á mær. ”
1.Kor.6,12
Medábyrgd fyri dálking
Tað er ein verri dálking enn hon, sum dálkar mold, vatn og luft, skrivar “Grimstad Adressetidende” og vísir á, hvussu okkara innara menniskja, sinnið, verður dálkað. Fleiri ferðir eru álvarslig brotsverk framd, av tí at herverksfólkini hava fingið hugskotini, tá ið tey hava sæð harðskaps- og sekssjónbond.
Men tað eru ikki bara tey, sum loyva slíkum at koma á marknaðin, sum hava ábyrgdina av hesi dálking. Hvat við teimum, sum í loyndum sita og hyggja, spyr blaðið. Hvat við teimum “fittu” foreldrunum, sum ikki taka hetta við aldursmarkinum álvarsligt?
E. C. Ums.