Millióningurin, sum gav

”Øll tíggjund av jørð, bæði av korni og aldini hoyrir Harranum til og er halgað honum. ”
3. Mós. 27,30

 

Hin kendi amerikanski margmillióningurin Rockefeller greiðir frá, hvussu hansara yrkisleið byrjaði:

 

“Ja, eg gevi tíggju prosent av tí, sum eg forvinni til Guds ríki. Eg sigi tær fegin, hvussu alt byrjaði. Tá ið eg var lítil smádrongur, mátti eg uppihalda mammu mínari. Fyrsta løn mín var hálvurannar dollari (tíggju krónur) um vikuna. Eg gav mammu pengarnar. Hon helt teir í hond síni og segði við meg, at hon hevði verið glað, um eg gav Harranum tíggjunda partin.

 

Tað gjørdi eg. Og síðani tann dag havi eg givið tíggjundan av hvørjum dollara, sum Gud hevur vælsignað meg við. Og eg vil so fegin fáa sagt tær hetta: Um eg ikki var byrjaður at geva Gudi tíggju prosent av inntøku míni – av tí fyrsta dollaranum, eg fekk í løn – so hevði eg heldur ikki latið tíggjundan av míni fyrstu millión. Sigið fólki, at tey mugu læra seg at vera trúgv at geva til Guds ríkis søk.”

John D. Rockefeller, senior. “Shalom”. E. Campbell umsetti