Ein útvald slekt

“Men tit eru ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk, fyri at tit skulu boða frá dygdum hansara, sum kallaði tykkum frá myrkrinum til sítt undurfulla ljós;”
1. Pet. 2,9

 

Tá ið eg ein dagin kom koyrandi gjøgnum býin, sá eg eitt lítið skelti á rútinum í bilinum, sum koyrdi framman fyri okkum. Har stóð: “Mín meistari er ein jødiskur timburmaður.”

 

Eg skilti ikki í fyrstani, hvat ið hetta meintist við; men so spurdi eg mannin, sum eg hevði við í bilinum, hvussu hesin setningurin skuldi skiljast, og hann svaraði púra einfalt: “Hann er ein kristin.”

e. c. ums.