Jesu kærleiki
”Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar. ”
Jóh.10,11
Jesus kom niður her at gjalda eina skuld, sum hann einki átti í, av tí at vit høvdu eina skuld, sum vit ikki vóru før fyri at gjalda.
Tað, sum hevur kostað nógv, vilt tú treyðugt missa. Og tí vil Gud treyðugt missa teg. Hann hevur keypt teg leysan. Tí so elskaði Gud teg og meg, at hann gav:
ORÐ SÍTT – fyri at vit skulu kenna sannleikan.
EITT PORTUR – fyri at vit kunnu ganga inn í kongaríki hansara.
HEIMSINS LJÓS – fyri at vit ikki longur skulu ganga í myrkri og vónloysi.
LÍVSINS BREYÐ – at metta okkara svongu sálir.
HITT LIVANDI VATNIÐ – at endurnýggja okkum.
UPPREISNINA OG LÍVIÐ – fyri at vit kunnu liva ævigt saman við honum. Trúgvin á Jesus ger tingini gjørlig – ikki løtt.
Debora Bank Larsen. LMF-blaðið. E. Campbell umsetti