Grundvøllurin undir gleðini
”Húsbóndi hansara segði við hann: »Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!« ”
Matt.25,21
Himmalin er hin óvikandi grundvøllurin, har øll gleði kemur frá. Einglarnir róptu av gleði, tá ið jørðin varð skapað. Job 38,7. Einglarnir boðaðu gleðina við Jesu føðing. Luk. 2,10. Tað er gleði í himli um ein syndara, sum vendir um. Luk. 15,7.
Himmalin vil vera fyltur við gleði, og hugsa tær, hvørji undurfull orð ein dag fara at møta okkum: „Far inn til gleði Harra tíns.“ Matt. 25,21. Effie Campbell umsetti.