At geva eyknevni

”Hann kemur tá til eina bygd í Sámáriu, sum eitur Sikar, nær við tað lendið, sum Jákup gav Jósefi, syni sínum. ”
Jóh.4,5

 

Rætta navnið á tí býnum, Harrin Jesus var komin til, var Sikem, og har búðu samariubúgvar. Jødar og samariubúgvar sótu illa um sátt, og jødar góvu býin heitið, Sikar, sum á hebraiskum máli merkir, ”Býur brennivínsmanna”.

Jesus hatar, tá tað verður tosað vanvirðisliga um menniskju, og at vit geva hvørøðrum eyknevni. Júst tí velur Jesus at leggja leið sína framvið hesum serliga samverska býin. Har kveikti hann eini kvinnu til at gerast trúboðari, ið hevði sera stóra ávirkan. Hetta síggja vit av tí at hennara bygdafólk aftaná hetta byrja at vitna, at Jesus var heimsins Frelsari.(v.42)

Tá Sikem, býurin, Sikem, har Ábraham bygdi sítt fyrsta altar, fekk eyknavnið, ”Býur brennivínsmanna” av fíggindum sínum, so var Jesus sjálvur á hansara síðu. Hann valdi enda býin til at gerast hin fyrsti, har íbúgvarnir í stórum tali gjørdust lærusveinar hansara.

Gud tekur sær serligt av teimum, ið verða spilt út, hildin niðri og rópt eyknevni. Gud letur signing sína hvíla á teimum, og hetta síggja vit í hesi hending.

Da Sikem, byen, hvor Abraham lavede sit første alter, fik øgenavnet, ”Alkoholikernes by” af sine fjender var Jesus selv på hans side. Han valgte denne by at blive den første, hvor indbyggerne i stort tal blev hans disciple. Og fólk hildu sær ikki frá at spilla Jesus sjálvan út og geva honum eyknevni, tá hann gekk um her á fold. Hann varð kallaður ”devil”, ”drykkjumaður” og ”óður í høvdinum”, men vakurleiki hansara lýsir enn sterkari mótvegis hesum eyknevnum. Men ávaringin ljóðar til okkum um at temja okkara tungu og seta vakt við varrar okkara, tí Bíblian sigur í stórum álvara: ”Deyði og lív eru í tungunnar valdi, …” Orðt.18,21

Og, ”Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað. ” Matt.12,36
E.Campbell umsetti