Tá kinverjin Ni gjørdist kristin
”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”
Jóh.3,16
Hudson Taylor sigur her frá søguni um, hvussu kinverjin, Harra Ni varð kristin.
Harra Ni var leiðari fyri avgudadyrkarar. Men hann óttaðist fyri syndum sínum. Hann var stúrin og ólukkuligur, tí hann ikki visti, hvat hendi honum, tá ið hann doyði.
Eitt kvøldið hendi tað so, at Harra Ni gekk framvið opnu dyrnar hjá Missiónini. Ringt varð við eini stórari klokku og fólk fóru innar. Onkur segði honum, at ein lærari skuldi tala um Gud og tí fór Ni eisini inn har.
Kanska kunnu hesi fólkini siga mær okkurt um tað, eg vil hoyra nakað um, hugsaði hann. Hann settist niður og lurtaði hugagóður eftir, hvat ið sagt varð.
Lærarin segði, at tann einasti sanni Gud elskaði heimin so nógv, at Hann hevði sent einasta son sín í heimin. Sonurin leið og doyði á einum krossi fyri at gjalda fyri alt tað skeiva, sum syndig menniskju høvdu gjørt. Hann varð grivin og tríggjar dagar seinni stóð hann upp frá teim deyðu. ”Gud fyrigevur syndina hjá teimum, ið trúgva á son Hans.” helt lærarin fram. ”Hann gevur teimum ævigt lív.”
Eyguni á Harra Ni lýstu upp av bilsni. Aldri hevði hann hoyrt nakað líknandi. Tá Hudson Taylor gavst at tala, reisti Harra Ni seg spakuliga upp.
”Eg havi leingi søkt sannleikan,” segði hann álvarsliga, ”men uttan at kunna finna hann. Eg havi ferðast víða um uttan at finna hann. Eg havi ikki kunnað funnið nakran frið. Men eg havi funnið frið í tí, sum vit hava hoyrt her í kvøld. Frá hesum degi vil eg trúgva á Jesus.”
Frá sama kvøldinum byrjaði Harra Ni at rannsaka Bíbliuna. Allastaðni, hann kom, var hann ein glaður trúboðari fyri Jesus. Og hann gjørdist ein av bestu og trúgvastu hjálparum hjá trúboðarunum.
Fáar dag eftir, at Harra Ni var komin til trúgv á Jesus, spurdi hann Hudson: ”Hvussu leingi hava tit kent til gleðiboðskapin í tykkara landi?”
”Í nakrar øldir,” segði Hudson eitt sindur kroystur á málinum.
”Í fleiri øldir?” spurdi Ni bilsin. ”Er tað veruliga satt, at tykkara fólk hava kent Jesus so leingi og ikki fyrr enn nú hava sent onkran at siga okkum frá hesum?” Hann risti syrgin á høvdinum.
”Pápi mín søkti sannleikan í meira enn 20 ár og doyði uttan at hava funnið hann. Å, nei, hví komu trúboðarnir ikki her bert eitt sindur fyrr?”
Hudson gloymdi aldri henda spurning frá Ni. Tað fekk hann at leingjast eftir at gera alt, hann kundi, so at milliónirnar í Kina kundu hoyra um Guds son. Hann vónaði, at mong fóru at koma til trúgv uppá hann og verða frelst frá syndini.
”Evangelisk Børnemission” hevur givið út. E.Campbell umsetti