Eitt kongsdømi uttan mørk (Kongur 3:19)
Stutt fyri føðing Jesu kom ein eingil til Mariu í Nasaret, ið skuldi føða hann. Og eingilin kom við hesum boðum, ið vit lesa úr Luk.1:
”Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.« ”
Luk.1
Aðrir kongar doyggja, og prinsar og arvingar koma í teirra stað. Blair stjórnar ikki í Fraklandi, Chirac ikki í Onglandi, Bush ræður ikki í Russlandi og Putin ikki í USA, tí hesi lond hava teirra mørk, síni egnu landamørk og øki at ráða yvir. Men hesin kongur, vit her umtala í dag, hann hevur ongi mørk at halda seg innanfyri við sínum stjórnarvaldi, ”… og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.”
Hann kemur aldri at doyggja, kemur aldri at missa sína kongaligu tign og verður aldri settur frá. Hann fer ongantíð at verða noyddur at fara í útlegd, og heldur ongantíð fer eitt statskvett at kasta hann av trúnuni, tí ”… hann skal verða kongur … allar ævir”
E.Campbell umsetti
15.juli 2025
Eitt kongsdømi uttan mørk (Kongur 3:19)
Stutt fyri føðing Jesu kom ein eingil til Mariu í Nasaret, ið skuldi føða hann. Og eingilin kom við hesum boðum, ið vit lesa úr Luk.1:
”Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.« ” Luk.1