Kongurin ið kann fyrigeva synd (Kongur 7:19)
”Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, sigur hann við hin giktsjúka: »Sonur mín, syndir tínar eru fyrigivnar!« ”
”»Eg sigi tær: Statt upp, tak song tína og far heim til tín sjálvs!« ”
Mark.2,5 og 2,11
Jesus er kongurin, ið ræður yvir syndini. Hann kann fyrigeva synd. Tað er so nógv umhildið í okkara døgum at hava eygleiðarar. Tá Jesus talaði í Kapernaum vóru nógvir eygleiðarar har. Hesir vóru sendir úr Jerúsalem.
Tá komu nakrir við einum sjúkum manni og lótu hann síga niður gjøgnum takið. Hann var giktsjúkur. Teir loraðu hann niður beint frammanfyri kongi. Tað vóru fáir av teimum, sum vóru til staðar har, sum skiltu, at hann var kongur yvir syndini. Maðurin varð loraður niður til hansara, og tá Jesus hugdi inn í hjarta mansins segði hann: ”… »Sonur mín, syndir tínar eru fyrigivnar!« …” Mark.2,5
Men tá hugsaðu eygleiðarnir í hjørtum teirra: ”… Hvør kann fyrigeva syndir, uttan ein, tað er Guð?«” Mark.2,7 Er hann Gud? Tað er jú bert Gud, ið kann gera tað. Men hann var kongur. Hann hevði kongaligan mátt og myndugleika til at fyrigeva synd og at halda fast við synd, og hann hevur henda myndugleika enn tann dag í dag.
Kongaliga blóð hansara, ið fleyt gjøgnum aðrar hans, hava kongaligt vald til at reinsa eitthvørt menniskjað, ið kemur til hansara og játtar syndina og fellur á knæ fyri kongi og biður um náði frá kongi. Hann fær loyvi til at hoyra kongaligu orðini frá einum kongi, sum hevur myndugleika til at fyrgeva syndaranum: ”… »Sonur mín, syndir tínar eru fyrigivnar!« …”
Effie Campbell