Andalig smitta
”Um einhvør kemur til tykkara, og ikki kemur við hesi læruni, tá skulu tit ikki geva honum hús og ikki biðja hann vera vælkomnan. ”
2.Jóh.1,10
Harrin hevur givið okkum eini boð, ið má haldast og sum eigur at verða boðað til øll, og tað er, at Jesu Kristi gleðiboðskapur er tað sama hvønn dag, sum tað var frá fyrstan tíð og sum tað eisini vil halda á at vera líka til hann kemur aftur. Hann ávarar okkum móti teimum, ið royna at tynna og blanda ymiskt uppí, Vit fáa eina vegleiðing í, hvat vit eiga at gera móti hesum.
Ørindi úr 2.Jóh. Merkir altso, at um onkur kemur til okkara við onkrum nýggjum ella onkrum, sum broytir Guds orð, ja so skalt tú ikki bjóða teimum innum. Far ikki við teimum fyri at kjakast um teirra áskoðan um andaligar spurningar. Kanska siga tey, at tey trúgva nærum øllum, sum stendur at lesa í Bíbliuni, men ”nærum” er ikki gott nokk, tí tað merkir, at tey avsanna nakrar lærusetningar.
Ein ”nærum kristin” er ikki ein kristin.
E.Campbell umsetti