Um iva
„Men hann biði í trúgv og ikki ivandi; tí at tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum. “
Ják.1,6
Eg skal ikki sýta fyri, at tað er sannur og ektaður ivi til; men eg vági mær at siga, at hann er sera sjáldsamur. Eyðkennið fyri, um tú ert ein persónur, sum ærliga ivast, er tað, um tú vilt stíga út úr ivanum og ert villigur at royna teir vegir, sum leiða út úr honum. Hevur tú ongan áhuga í hesum, so er ivi tín bara ein kamuflasja fyri sjálvgóðsku tíni.
E. Campbell umsetti.