Sigrun og Sólfríð byrjaðar í starvi innan okkara barna- og familjuarbeiðið

Í síðstu viku byrjaði Sólfríð Maria í Rók í starvi fulla tíð hjá Kirkjuligu Heimamissiónini sum samskipari fyri Spírar, sum á nýggjárinum gjørdist partur av okkara barnaarbeiði. Harafturat byrjaði Sigrun Mikkelsen í starvi sum barna- og familjuráðgevi ein dag um vikuna í eitt ár, har hon kemur at hava fokus á at styrkja barna- og familju arbeiðið kring landið.

Á myndini síggjast tær báðar saman við Jóhan Hansen, ið arbeiðir sum barna- og familjuráðgevi og eitt nú samskipar allar barna-, junior- og familjulegurnar. Eitt sterkt toymi.

Jóhan gevst í næstum í starvinum í samband við at hann fer undir víðari lesnað. Í hesum sambandi hevur verið søkt eftir nýggjum leiðara til barna- og familjuarbeiðið.