Tað er óivað okkurt Gud vil

„Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum. “

Sl.91,11

 

… Ludvig Karlsen, tann ið stovnaði Evangeliesenteret
Í 1985 kundu Lise, Ludvig og Vera doyð í einari bilvanlukku, um ikki eitt ljóst skapilsi hevði steðgað teimum, tá ið tey vóru á heimleið eftir eina møtirøð í Kongsvinger.

 

„Eg koyrdi heldur skjótt. Tað eigur tú ikki at gera. Men fá fólk vóru á vegnum, og seint var á kvøldi. Eg mundi koyra 90 km um tíman, tá ið vit komu til ein smalan bygdarveg millum Vormsund og Eidsvoll. Mitt uppi í brekkuni stóð brádliga eitt ljóst skepilsi, ein eingil. Hann var prúður og fylti næstan allan vegin. Ein ovurstórur eingil.

 

Øll trý sóu vit eingilin. Vera, yngsta dóttirin, var hin fyrsta, sum fekk orðið fyri seg: „Á pápi, nú fari eg ongantíð at ivast aftur um Gud.“

 

Eg skalv, tí eingilin var ómetaliga nær. Ljósið frá honum var so sterkt, at tú næstan kendi, sum fór tað gjøgnum mønu og merg. Samstundis sum vit høvdu ærufrykt, so merktu vit, at hetta var okkurt, sum vildi okkum væl.

 

Tá ið vit høvdu steðgað bilinum, lyfti eingilin seg upp frá brekkuni og kom sveimandi uppi yvir bilinum við flákrandi kyrtli, áðrenn hann hvarv upp móti himli. Hetta var so sjáldsamt. Vit blivu øll trý illa við, men samstundis hildu vit, at tað var óivað okkurt, ið Gud vildi. Eg fór aftur at koyra.

 

Handan svingið var ein smøl brúgv, sum var uppi yvir einari á. Tá kom ein bilur móti okkum við fullari ferð. Um vit ikki høvdu steðgað uppi í brekkuni, so høvdu vit møtt hesum bilinum mitt á tí smølu brúnni. Um tað var hent, so høvdu vit ikki havt ein livandi kjans. Tá høvdu vit øll trý verið deyð. Ein ungur drongur koyrdi hin bilin, og hann koyrdi ómetaliga skjótt. Svitsj, so var hann farin fram við okkum. So eg haldi, at har sendi Gud ein eingil at ansa eftir okkum á vegnum, so vit skuldu fáa loyvi at ferðast víða um og tæna Gudi.“

„Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum.“ Sálm. 91,11.
Effie Campbell umsetti