Harrans bøn

„Tí eiga tit at biðja soleiðis: Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa. “
Matt.6,9-13

 

 

Valentin Karlsen, pápi Ludvig, hoyrdi til tað ferðandi fólkið, eisini kallað tatarar, romani-fólkið ella sigoynarar. Tá ið hann bleiv umvendur, virkaði hann sum evangelistur, serliga í tí stóru vekingini millum fólk sítt í 70– og 80– árunum í Noregi.

 

Hann var ein bønarkempa og hevði fastar bønarstundir hvønn dag, alt lív sítt.

 

Hann bað fyri systkjum og hálvsystkjum sínum. Bøn fyri ófrelstum er ein bøn eftir Guds vilja, og tí trúði hann fult og fast, at øll í ætt hansara fóru at verða frelst, tí Jesus segði: „So verði tykkum eftir trúgv tykkara!“ Matt. 9,29

 

Morgunbønirnar vóru á knæ saman við konuni ella við vinum, sum vóru komin á vitjan. Sterkar bønir frá smáum menniskjum stigu upp til Guds frá stólunum, har tey lógu við boygdum høvdi. Tey byrjaðu altíð við at takka fyri hvønn nýggjan dag, uttan mun til, um tað virkaði tungt við sjúku.

 

So bað hann fyri børnum og abbabørnum og restini av familjuni. Navn eftir navn bleiv lagt fram fyri Gud í bøn.

 

Morgunbønin hjá Valla var nágreinilig og tók sína tíð hvønn einasta dag.

 

So kom eitt rað av bønarevnum í fastari raðfylgju eftir tørni. Hann hevði sanniliga okkurt at læra okkum, eftirkomarar. At enda ljóðaði Harrans bøn gjøgnum rúmið. Hann helt, at Faðirvár altíð var so vakurt, og hann segði ofta, at hann var serliga glaður fyri ta bønina, sum Jesus sjálvur gav okkum. – Tað er ein bøn, sum ger øll kristin um allan heim til systkin. Vit biðja um breyð til okkum øll. Vit biðja um syndanna fyrigeving fyri okkum og øll onnur. Vit biðja hvør fyri øðrum at sleppa undan freistingum. Faðirvár er í grundini ein forbøn, segði Valle og legði afturat, at Jesus áhaldandi gongur í forbøn fyri okkum hjá Gudi í Himli.
Vera Karlsen, abbadóttir Valla. Effie Campbell umsetti

Trýst her fyri at hoyra bønina frá Oslo Gospel Choir