Sjómanskvinnuringurin fluttur í Bethania
Tað er ikki á hvørjum degi ella á hvørjum ári, at ein sjómanskvinnuringur savnast fyrstu ferð í nýggjum missiónshúsi. Tað hendi kortini mánakvøldið 9. mars 2026.
Tá fekk nýggja missiónshúsið, Bethania, við Gøtugjógv, vitjan av sjómanskvinnuringin í Gøtu. Bethania, sum var vígt sunnudagin 15. februar, kemur framyvir at verða savningarstað fyri sjómanskvinnuringin.
Drúgt at koma í gongd
Sjómanskvinnuringurin í Gøtu varð formliga skipaður 6. juni í 1963. Tíverri kom hann ikki veruliga í gongd fyrr enn í 10. septembur í 1969. Orsøkin var tann, at Maria Olsen og Anna Thomsen (Jakobsen), sum vóru valdar í leiðsluna, fluttu av bygdini.
Í 1969 var hann endurstovnaður við somu reglugerð, og tá kom gongd á. Kvinnurnar hava, síðani tá, savnast aðru hvørja viku í vetrarhálvuni, og gera tað enn.
Hava savnast á ymiskum støðum
Ringurin hevur savnast á ymiskum støðum gjøgnum árini. Millum annað, heima hjá Hildigarð Hansen og í øðrum heimum, í Gamla skúla, í Gøtubrá og í Kirkjukjallaranum. Síðstu árini hava tær savnast í fundarhølinum hjá reiðarínum Varðanum í Syðrugøtu.
Meðan nýggja missiónshúsið hevur verið undir bygging, hevur tað ligið í kortunum, at sjómanskvinnuringurin fór at flyta í húsið, tá ið tað var liðugt. Har eru sera góðar umstøður, allir nýmótans hentleikar og lætt at koma til. Flytingin hendi mánakvøldið 9. februar.
Ása Jacobsen og Dagmar Jakobsen, sum nú mynda leiðsluna í ringinum, hava verið og takka Varðanum fyri vælvild árini ringurin savnaðist har. Tær greiddu starvsfólkunum frá arbeiðinum og søgdu, at ringurin biður fast fyri skipunum hjá reiðarínum. Tað fegnaðust starvsfólkini um at hoyra.
Ymiskar uppgávur
Høvuðsuppgávan hjá sjómanskvinnuringinum er, at biðja fyri sjófólkinum og ávísum skipum, stuðla arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini fíggjarliga og gera jólapakkar til sjófólkið. Harafturat er ringurin eitt gott íkast til arbeiðið í og út frá Bethania. Tær eru við til at skipa fyri jóla- og nýggjársveitsluni og hava verið við til at savna pening til ymisk góð endamál, so sum Leguhúsið í Nesvík og til Ørkina í Reykjavík. Eisini bóðu tær fyri og stuðlaðu fíggjarliga trúboðaraarbeiðinum hjá Elsu Jacobsen.
Innihald
Ringurin savnast framhaldandi annaðhvørt mánakvøld í vetrarhálvuni. Tá er sangur, bøn, andakt, góður drekkamunnur, prát og hugni við handarbeiði á skránni. Okkurt áhugavert verður lisið, sjómaður ella onkur annað sigur frá, sjómanstrúboðarin vitjar, ella sum mánakvøldið, tá Poula Poulsen, segði frá vitjan í Etiopia, saman við “Tæn Afrika”. Ringurin vitjar aðrar ringar og hevur ringar á vitjan. Tær hava eisini vitjað umborð á skip. Nýliga hevur ringurin havt eitt frálíkt kvøld umborð á Finni Fríða.
Góð uppmøting
Vanliga eru tær millum 15 og 20 kvinnur og tær møta væl upp. Leiðslan vónar, at fleiri kvinnur fara at koma við í ringin komandi tíðina. Komandi mánakvøld, 16. mars, savnast ringurin í Thabor í Fuglafirði, saman við ringinum har, tí á Hellunum og í Leirvík. Allar kvinnur eru vælkomnar. Tað verður síðstu ferð tær savnast fyri veturin.
Leygardagin 25. apríl verður Landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum í Leguhúsinum í Nesvík. Tá verða eisini nakrar úr ringinum í Gøtu við.
Føroyska Sjómansmissiónin takkar ringinum fyri trúfesti og ynskir Guds signing við arbeiðnum.
Forkvinnurnar:
Maria Olsen, 1963. Jana Mikkelsen,1969 – 1972, Fingerð Lómstein,1972 – 1976, Jóna Thomsen, 1976 – 1989 og Ása Jacobsen, 1989 –
Trýst á myndirnar og tær verða størrri.
Torleif Johannesen

