Fikutræið og hini trøini

Emanuel Minos

Í Luk. 21,29-32 stendur: “Og hann segði teimum eitt líknilsi: »Hyggið at fikutræinum og øllum trøum; tá ið tit síggja, at tey fara at spretta, tá skilja tit av tykkum sjálvum, at summarið nú er í nánd. Á sama hátt skulu tit eisini vita, tá ið tit síggja hetta henda, at Guðs ríki er í nánd. Sanniliga sigi eg tykkum: henda slekt skal als ikki forganga, áðrenn alt samalt er hent.

Fikutræið er jødafólkið, og Jesus segði, at tá ið fikutræið fer at spretta, tá er Guds ríkið í nánd. Tað er nógv, sum bendir á, at hetta er síðsta ættarliðið, sum livir á jørðini í dag, tí staturin Ísrael var settur á stovn í 1948, og Jesus segði, at tað ættarliðið, sum var til tá, skuldi ikki doyggja, áðrenn Jesus kemur aftur í skýggjunum og tekur tey trúgvandi heim við sær. Matt. 24,34.

Fikutræið er sum sagt jødafólkið. Ein professari í vísindi og antropologi segði við meg, at tá ið tú spjaðir eitt fólk út millum onnur fólk, so ganga tað bara eini 2 til 3 ættarlið, so missa tey málið. Og tað er rætt. Hyggið bara eftir skandinavum í USA. Teir tosa ikki norskt ella danskt í dag, teir hava mist málið. Men jødar hava verið spreiddir út millum fólkasløgini í 2000 ár, og teir tosa ikki bara hebraiskt, men hebraiskt við dialektum. “Hvussu kann tað bera til?” spurdi hesin professarin meg.

“Jú, tað er tí, at Gud hin almáttugi útvaldi sær hetta fólkið,” svaraði eg aftur.

Hetta fólkið gav okkum tey 10 boðini, teir heilagu profetarnar og ápostlarnar og Jesus og ta heilagu Skriftina, Bíbliuna.

Vit lósu, at tá skal fikutræið og øll onnur trø spretta. Fikutræið fór at spretta í 1948, tá ið Ísrael varð sett á stovn. Hini trøini eru øll onnur lond. Og hvussu við teimum? Nú virka tjóðir, sum ongantíð hava verið tjóðir fyrr. Tað byrjaði við Ísrael, síðani kom India og so Indonesia. So kom ein rúgva av nýggjum tjóðum í Afrika, Ásia og Suðuramerika, yvir 100 tjóðir eru vorðnar frælsar hesi árini.

Hesin sami professarin spurdi meg: “Minos, tygum hava so løgnar hugsanir um mangt og hvat. Kunnu tygum siga mær, hvussu tað ber til, at so mong lond eru sett á stovn síðani 2. heimsbardaga? Sovorðið er jú ikki hent fyrr?”

“Ja, tað kann eg so væl, tí tað stendur um tað í Bíbliuni.” So greiddi eg honum frá, at Jesus sigur, at fikutræið skal blóma og øll onnur trø skulu eisini blóma.

“Stendur tað í Bíbliuni?” spurdi hann undrandi.

“Ja,” segði eg, “og eitt kann eg siga tygum, alt Eysturevropa fer at verða frítt.”

“Hasum trúgvi eg ikki, tí teir hava jarntjaldið.”

“Bíðið tygum bara, so fáa tygum tað at síggja, tí tað fer at henda. Jesus hevur sjálvur sagt, at øll onnur trø skulu eisini blóma.”

Og fyri einum 15 árum síðani hendi tað, at jarntjaldið fall, og londini í Eysturevropa vórðu frí. Ísrael er tað stóra profetiska vitaljósið, og øll onnur lond eru sum smáir vitar, sum minna okkum á, at tað profetiska orðið gongur út. At lesa í Bíbliuni er sum at lesa í dagsavísini. Tíðarinnar tekin standa so týðiliga har. Á tann tíð vit liva í. Tað ræður um at hava olju á lampuni. Tað ræður um at evangelisera. Endin nærkast. Endin á tíðini og endin hjá hesari jørð.
Effie Campbell umsetti