Kongur yvir náttúruni

Og hann fór upp og hótti at vindinum og segði við vatnið:
»Tig, ver kvirt!« Tá makaði í vindinum, og tað varð blikalogn.
Mark.4,39

 

Jesus er eisini kongur yvir náttúrukreftunum. Hann róði á
Genesaret vatninum við lærusveinum sínum. Satt ódnarveður
brast á, vindurin ýldi, toran gekk, og snarljósini skygdu, og
aldurnar brutu. Men hann svav. Lærusveinarnir gjørdust
hjartkiptir, og teir vaktu hann, og hann reistist og stendur uppi
í bátinum. Sært tú hann fyri tær?

 

Snarljósini skyggja á himlinum, toruslátturin buldrar
millum Golanheyggjarnar og Gileadsfjøllini. Stormurin kemur
ýlandi oman av sýrisku háslættunum og pískar sjógvin upp.
Tá fer hann á føtur. Klæðini flákra, og kyrtilin smellir. Hárið
stendur í andarisi. So hóttir hann at vindinum og talar við
aldurnar: „Tigið, verið kvirrar!“

 

Tá falla aldurnar saman, vindurin doyr burtur, og tað gerst
blikalogn. Á enskum stendur: „There was a great calm,“ tað
merkir „har gjørdist stór kvirra.“ Tá kemur ein lærusveinur
fyri og annar eftir og fellir honum til kníggja í bátinum.
Pætur, Jóhannes, Jákup, Andrias og allir hinir, og teir søgdu:
„Sanniliga, tú ert sonur Guds.“

 

Hann er Kongur yvir náttúrukreftunum. Hann talaði
enntá á eitt fikutræ og bannaði tað til deyðis. Og træið doyði
beinanvegin, tí Jesus er Kongur yvir náttúruni.
Effie Campbell umsetti