Ein eingil bjargaði henni í Auschwitz
„Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum. Á hondum skulu teir teg bera, at tú ei fót tín skal meiða á nøkrum steini. “
Sálm.91,11-12
Jolan Moskovitz í The Jewish Press
Hetta hendi í Auschwitz í apríl 1944. Eftir at vit vóru komin hagar, máttu vit lata okkum úr og ganga í gásagongd fram við Dr. Mengele fyri at blíva útvald. Tá ið eg átti tørn at ganga fram við honum, vísti hann við hondini, at eg skuldi fara til vinstru vegna okkurt smábrek á kroppinum.
Báðar systrar mínar grótu. Vit vistu, at eg skuldi til líkbrenningarhúsið. Meðan ein SS-hermaður vísti mær til ein svartan flutningsvogn, kom ein genta í hvítum klæðum móti mær.
”Leyp niður og kom við mær,” segði hon við meg. Hon tók í hondina á mær og segði, at eg var sjúk, og at hon skuldi fylgja mær til eitt lítið sjúkrahús. Hon lat meg í ein hvítan kappa út yvir mín stríputa fangabúna.
Á sjúkrahúsinum løgdu tey meg í eina song við hvítum laki. Eg hugsaði við mær sjálvari, at hon helst skjótt fór at geva mær nakrar tablettir og drepa meg.
Ein SS-lækni steðgaði við song mína og spurdi, hvat ið bagdi mær. ”Einki álvarsligt. Um einar tveir dagar er hon frísk,” svaraði sjúkrasystirin.
Tá ið læknin var farin, segði hon við meg, at eg skuldi ikki vera bangin. Hon skuldi fylgja mær aftur til báðar systrar mínar.
Tað gjørdi hon, og systrar mínar kundu ikki trúgva egnu eygum sínum. Dagin eftir leitaði eldra systir mín eftir sjúkrasystrini fyri at takka henni, men hon fann hana ikki.
”Eg havi eina sterka kenslu av, at henda sjúkrasystirin, sum vit ikki hava sæð síðani, var ein eingil, sum Gud hevði sent, Hann, sum altíð sær meg,” endar Jolan Moskovitz í ”The Jewish Press”.
Úr blaðnum ”Karmel” Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

