Tumlamaðurin á ríkisvegi 44
„Gloymið ikki gestablídni; tí at við tí hava summir sær óavvitandi hýst einglum. “
Hebr. 13,2
Eitt kvøldið, eg hevði verið á møti, kom eg at fylgjast heim við einari konu. Hon segði mær tá hesa frásøgn, sum hon hevði lisið onkustaðni, hon mintist ikki hvar:
“Ein maður kom koyrandi í bili sínum eftir einum landsvegi yviri í Svøríki. Tá sær hann ein mann standa við vegjaðaran og lyfta tummilin upp. Maðurin steðgar bilinum og bjóðar hinum uppí. Ferðamaðurin setir seg á baksetrið, og so sigur hann: “Veitst tú, at Jesus kemur skjótt aftur?”
Bilstjórin snarar sær eitt sindur á fyri at hyggja at ferðamanninum; men tá er hann burtur. Maðurin situr einsamallur í bilinum. Hann bleiv so illa við, at hann koyrdi inn á eina bensinstøð, og har segði hann tangavørðinum frá, hvat ið sær hevði verið fyri.
“Tað var løgið,” svaraði tangavørðurin, “tygum eru hin triði, sum er komin higar í dag og hevur sagt frá teirri somu hendingini!”
Nakað eftir hetta fekk eg fatur á eini norskari TF-traktat, sum kallaðist “Haikeren på riksvei 44”, og hon ljóðar soleiðis:
“Í seinastuni hava vit hoyrt mangastaðni frá um sonevndar tumlamenn (t.e. menn, sum lyfta tummilin upp fyri at sleppa upp í ein bil), sum undir túrinum hava borið ein boðskap um Harran – og eru síðani púra horvnir! Sovorðnar frásagnir eru komnar millum annað úr Týsklandi, Onglandi, Svøríki og Danmark.
Her í Noregi kenna vit tilburðir úr fleiri pørtum av landinum. Her skulu vit siga frá eini slíkari hending. Tað er tann inniliga kristni bróðurin Hans Torgersen, sum vágar at trína fram. Stutt síðani vitjaðu vit hann, tosaðu við hann og tóku myndir.
Torgersen kendi heilt frá ungum árum kallið at boða evangeliið. Men fleiri ár stóð hann kallinum ímóti. Hetta førdi hann inn í mangar og stórar royndir – serliga var tað sjúka, sum gjørdi vart við seg. Men hvørja ferð nam Harrin Jesus við hann og grøddi hann, og hvørja ferð lovaði hann at verða kallinum lýðin.
Tá ið hann so endiliga kom út í tann gerningin, Gud hevði ætlað honum, fekk hann at kenna ríkar tíðir. Menniskju blivu frelst og loyst, og sjúk blivu grødd.
Men Satan, mótstøðumaður Guds, er snildur og lúrin. Hann fekk sett ónd tíðindi í gongd og voldi bróður okkara djúp høgg og sár. Myrkursins maktir tóktust at sigra. Men hóast alt krøkti Torgersen seg í Harran og legði søk sína í hansara hendur.
Júst um hetta mundið var tað, at hetta ófatiliga hendi. Vit lata hann sjálvan siga frá hesum:
Í hesi sera torføru tíð hevði eg møtir í Mysse í Sogndal. Vanliga bar tað mær ikki til at gista nakrastaðni, av tí at eg dagliga mátti røkja mítt starv sum vaktarmaður í maskinhúsinum á Hinna. Men hetta vikuskiftið hevði tað lagað seg soleiðis, at eg fekk gist.
Møtisalurin var stúgvandi fullur, og aftaná høvdu vit eftirmøti við forbøn. Vit lógu á okkara knøum og bóðu, og Gud var nær. Tá talaði Harrin til mín og segði: “Tú skalt koyra heim í kvøld.”
Nú var tað langt síðani, at eg var givin at taka slík tumlafólk uppí. Men hesin sá so fínur og reiðiligur út, við hvítari skjúrtu. So eg steðgaði og læt ta fremru hurðina upp. Hann spurdi: “Sleppi eg við eitt lítið strekki?”
Eg segði: “Gerið so væl, setið tygum inn her.”
Staðin fyri letur hann ta aftaru hurðina upp og sigur: “Eg seti meg aftanfyri.”
Hann er ikki meir enn innkomin, so sigur hann: “Hvussu ert tú nøgdur við lagnu tína?”
Eg svaraði beinanvegin: “Eg haldi, at tað er mangan hart …”
Tá sigur hann: “Tú hevur á øllum møtum lisið upp Sálm 91,11. (Sálmur 91,11 sigur: “Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum.”) Tað mást tú halda á við. Men gloym ikki at siga, at Jesus kemur skjótt!” Hetta endurtók hann tríggjar ferðir.
So sigi eg við hann: “Hvør ert tú, sum kennir meg so væl?”
Hann svarar við einum lítlum smíli: “Eg eri eisini bara eitt vanligt sendiboð.”
Tá hugsaði eg, at hann mátti vera ein útsendingur ella trúboðari, sum hevði verið á mínum møtum. Annað kom ongantíð í hugan á mær.
Síðani fór hann at tala um møtini, um einstakar persónar, og um, hvat fólk vóru bundin av. Vit tosaðu saman í 15 – 20 minuttir.
So sigi eg við hann: “Nú mást tú ikki gloyma, hvar tú skalt av. Tú segði, at tú skuldi bert koyra eitt lítið strekki …”
Eg fekk einki svar. Eg hugdi í spegilin. Tá var eingin har longur! Persónurin var burtur!
Eg fekk ein ræðuligan skelk og høgdi bremsurnar so fast í botn, at fýra spor stóðu í vegnum. Tey stóðu har í fleiri mánaðir. Eg koyrdi heilt inn til vegjaðaran og brast í sjóðheitan grát. Soleiðis sat eg í meir enn ein tíma. Tað ber ikki til at greiða frá tí. Tað var, sum bilurin bleiv fyltur av himlinum!
Í hesari støðuni má eg hava sett bilin í gongd og hava koyrt heim. Men eg veit einki um tað. Eg sang í fremmandum tungum og veit einki, fyrr enn eg standi í bilskúrinum heima …
Á møtinum dagin eftir mátti eg siga frá hesum, og á fleiri møtum aftaná. Men tað hevur ikki bara verið lætt …
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

