Býttu út umleið 4300 Nýggja Testamenti í farnu viku
Í løtuni er ongin Gideon felagsskapur í Føroyum. Eftir vitjanina vóna vit, at felagsskapurin verður endurstovnaður, sigur Joeri.
Í farnu viku vóru fýra Gideonittar og vitjaðu í Føroyum. Høvuðsendamálið var, at býta Nýggja Testamenti (NT) út og tað var eisini gjørt.
-Hvørjir eru Gideonittarnir?
– Gideonittarnir eru ein altjóða felagsskapur av kristnum vinnulívsmonnum, leiðarum og yrkisfólkum, sum saman við konum teirra stuðla hvørjum øðrum í trúarlívinum og í at deila Jesus Kristus við onnur.
Í dag tæna Gideonittar í umleið 200 londum, við umleið 12.000 staðbundnum felagsskapum. Hesir staðbundnu felagsskapir arbeiða saman við kirkjunum í teirra nærumhvørvi, deila sína trúgv við onnur og deila eintøk av Nýggja Testamenti út til gistingarhús, skúlar, sjúkrahús, fangahús, brandstøðir og aðrastaðni. Í grundini hevur alt, vit gera eitt endamál: “At fólk koma at kenna Jesus Kristus!”.
Tað sigur leiðarin Joeri Schippers, sum er hollendingur, og hevur norðurlond undir sær.
Fyri árum síðani, var ein føroyskur Gideon felagsskapur. Tíverri kom arbeiði teirra ongantíð veruliga í gongd. Tá vóru túsundtals NT prentaðar, við Dávids sálmum og Orðatøkum Sálomons, eftir týðing Jákups Dahl. Har tað er gjørligt, nýta Gideonittar bíbliuútgávur, sum eru týddar úr frummálunum. Teir gjalda bæði prenting, ferðing og útbering.
– Hvussu vóru dagarnir í Føroyum?
Teir vóru sera góðir. Men tá vit ferðaðust til Føroyar, vistu vit ikki rættiliga hvat vit kundu vænta okkum. Vit vistu, at einastaðni á oyggjunum lógu túsundtals NT og bíðaðu eftir, at verða latin føroyingum. Vit høvdu samband við Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara og hann hevði lovað, at hjálpt okkum, sum staðkendur maður.
Vit vóru fýra gideonittar úr Hollandi, Sveis og Týsklandi, sum ferðaðust saman til Føroyar. Vit komu til eitt land, har flestu okkum ikki høvdu vitjað áður, til eitt fólk vit ikki kendu, við einum einfaldum ynski: At deila Guds orð, tí kærleiki Krists valdar okkum, sum skrivað stendur í 2. Kor. 5,14, sigur Joeri.
– Hvussu gekk við at handa føroyingum Guds orð?
-Tað gekk sera væl og móttøkan var sera góð á flestu støðum. Vit høvdu tann heiður, at lata umleið 4.300 eintøk av Guds orði, í hendurnar á fólki um nærum alt landið. Skúlar og skúlanæmingar fingu, løgreglustøðir, brandstøðir, varðhaldið, herbergir, sjúkrahús, fiskavirkir og onnur, sigur hann.
– Er arbeiðið liðugt?
– Í løtuni er ongin Gideon felagsskapur í Føroyum. Eftir vitjanina vóna vit, at felagsskapurin verður endurstovnaður. Vón og bøn okkara er, at kristnir føroyskir vinnulívsmenn, yrkisfólk og konur teirra, sjálvi taka hetta arbeiði upp — ikki sum nakað flutt til oyggjarnar úr útlondum, men sum ein tænasta grundaða í teimum staðbundnu kirkjunum og borið fram av føroyskum kristnum, sigur Joeri.
Vit trúgva, at hvør persónur er dýrabarur fyri Guði og at orð hansara kemur við vón, vegleiðing og nýggjum lívi. Vit vita ikki, hvat fer at henda við hvørjari NT, ið varð givin. Nøkur kunnu verða lisin í dag, onnur kanska mánaðar ella eisini ár seinni. Men vit trúgva, at Guds orð hevur mátt at tala til fólk og inn í lív teirra.
Takksamir fyri vitjanina
– Farnu vikuna hava vit givið, men vit hava eisini fingið. Gjøgnum tær mongu samrøður vit høvdu við ymiskar føroyingar, lærdu vit meira um oyggjarnar, søgu tess, mentan og trúgv fólksins. Vit møttu vinsomum, gestablíðum og ábyrgdarfullum fólkum. Hugaligt var at vitjað Føroyska Bíbliufelagið, og hoyra søgu tess frá aðalskrivaranum Katrin Elisabeth. L. Jacobsen.
Vit eru takksamir fyri Føroyar og serliga fyri fólkið her býr. Vit fara heim aftur við nógvum góðum upplivingum og nýggjum vinaløgum. Arbeiðið, sum byrjaði farnu viku, endaði ikki, tá vit fóru avstað aftur. Vónandi var vikan bara byrjanin, sigur ein væl nøgdur Joeri Schippers.
Meiri kann lesast um Gideon felagsskapin á www.gideonitterne.dk og www.gideon.org


Torleif Johannesen
