Logos Hope komin á Havnina

Í dag kom Logos Hope á Havnina, har skipið fekk eina hátíðarliga móttøku á vestaru bryggju. Skipið verður liggjandi í Havn fram til týsdagin, tá leiðin gongur víðari til Klaksvíkar, har tað eisini verður møguleiki at vitja umborð í nakrar dagar. 

Nógvir føroyingar kenna Logos Hope sum gomlu Norrønu, ið røkti siglingina millum Føroyar og umheimin í mong ár. Tá nýggja Norrøna kom í sigling, varð gamla Norrøna seld og seinni umdoypt til Logos Hope. 

Almenna móttøkan var klokkan 16.30 á vestaru bryggju. Á skránni vóru røður og tónleikur. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hildu røðu. Eisini framførdu Magni Christiansen og kórið Xperiment, meðan Havnar Hornorkestur spældi. Harumframt bar føroyski skiparin umborð, Jákup Godtfred, eina heilsan. 

Eftir almennu móttøkuna varð skipið latið upp fyri almenninginum. Gestir høvdu høvi at vitja umborð og fáa ein lítlan forsmakk av tí, sum Logos Hope hevur at bjóða. Nógv fólk nýttu høvið at síggja skipið innan og heilsa upp á manningina. 

LES EISINI  Logos Hope vitjar í Føroyum

Komandi dagarnar verða fleiri tiltøk bæði umborð og í landi. Vælkenda bókasølan umborð er opin fyri vitjandi og hevur meira enn 5.000 ymiskar bøkur til sølu. Eisini ber til at steðga á í kaféini, sum bjóðar gott kaffi, ís og annað gott. Umframt upplivingarnar umborð er møguleiki at hitta fólk úr altjóða manningini og fáa eitt prát við umboð fyri OM í Føroyum

Við vitjanini hjá Logos Hope fáa føroyingar aftur høvið at stíga umborð á eitt skip, sum hevur eina serstaka søgu í Føroyum og samstundis er kent kring allan heim fyri sína tænastu, bókasølu og altjóða felagsskap.

Les meira um skránna hjá Logos Hope í Føroyum her.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina