Guds unga manning 1:3
„Sum ørvar í hond á kappa, so eru ungdóms synir. “ Sálm. 127,4
og
„Hann hevur gjørt mín munn sum hitt hvassa svørðið og fjalt meg undir skugga handar sínar; til brýnda ørv hann gjørdi meg, goymdi meg í sínum ørvahúsa;“Jes.49,2
Tú, sum veitst, at tú ert eitt Guds barn, tú veitst kanska ikki, hví tú bleivst tað. Tú bleivst tað ikki fyri bert sjálvur at verða frelstur og glaður og eydnusælur, ei heldur bara fyri at koma í himmalin. Nei, tú bleivst tað eisini, av tí at Gudi tørvar teg!
Hoyr nú, hvat ið er ætlanin við lívi tínum: “Sum ørvar í hond hins veldiga, so eru ungdóms synir.” Tú ert ætlaður at vera ein ørv í Guds hond. Gud hevur nevniliga mangar fíggindar, og teir vil hann skjóta í hjartað, og tí nýtist honum ørvar. Hoyr: “Ørvar tínar hvestar eru, fólkasløg tær til fóta falla, kongsins fíggindar verða raktir í hjartað.” (Sálm. 45,6)
Tú ert ætlaður at vera ein sovorðin ørv. Vilt tú tað? Pætur ápostul var ein slík ørv. Gud legði hana á strongin, og 3.000 av kongsins fíggindum vórðu raktir so mitt í hjartað (Áps. 2,37). Ørvin hevði rakt, tey fingu síni banasár øll somul, tey vórðu gjørd til einkis. Eingin av hesum fíggindunum var eftir. Nú kundi tú gingið gjøgnum hetta raðið við hesum 3.000 fólkunum uttan at funnið ein einasta fígginda hjá Gudi teirra millum.
Hevur tú hug at verða ein sovorðin ørv, sum Gud kann brúka at raka fíggindar sínar í hjartað, so tað pínir har inni, og tey spyrja: “Hvat skulu vit gera fyri at verða frelst?” Einki í verðini er so undurfult sum at verða ein sovorðin ørv. Ynskir tú ikki at verða tað? Leingist tær ikki eftir at verða ein sálarvinnari?
So er bert at gera av, hvussu tað skal henda. Hin fyrsta treytin er, at Gud má hava fult ræði á tær. Tú mást geva honum loyvi at gera við teg fullkomiliga, sum hann vil.
Hin fyrsta treytin, fyri at ein ørv kann brúkast, er, at hon liggur púra still og viljaleys í hond bogaskjúttarans. Um vit høvdu kunnað hugsað okkum, at ein ørv, sum varð skotin av stronginum, sjálv vildi hava okkurt at siga um leiðina, hon skuldi halda, tá vildi ein slík ørv verið púra ónýtilig. Um bogaskjúttarin siktaði aldri so væl, kundi hann kortini ongantíð litið á, at ørvin rakti beint í miðdepilin.
Vilt tú fegin verða ein ørv í Harrans hond? O, tað eru sovorðin ung, Gud leitar eftir, ung, sum eru fús at sleppa øllum egnum ynskjum og ætlanum fyri framtíðini, allari æru í verðini, øllum mannatokka og frama, allari sjálvgóðsku og sjálvsøkni fyri at verða hetta eina undurfulla: ein ørv í Guds hond og vera við til at oyða fíggindar Guds og broyta teir til vinir.
Edvard Poulsen

