Bøn á byggiplássinum

Nú kirkjan á Glyvrum og á Argjum eru í gerð, rennur mær til hugs, tað kendi norski professarin Ole Hallesby skrivar í vælkendu bókini “Fra bønnens verden”.

Hon er ein klassikari, tá tað ræður um bøkur um bøn.

Í stykkinum um “Bønarinnar arbeiði”, endurgevur Ole tað, sum dómpróst Gustav Jensen hevði greitt frá:
– Fyri árum síðani var ein kirkja bygd í Oslo. Ein kristin handilsmaður, sum búði ovarlaga í býnum, men arbeiddi niðri í býnum, gekk dagliga framvið kirkjubyggingini.

Hvønn morgun meðan kirkjan var í gerð, fór maðurin nakrar minuttir fyrr frá húsum, og steðgaði við byggiplássið.

Har stóð hann í stillari bøn fyri arbeiðarunum, fyri kirkjuni, fyri teimum sum skuldu gera tænastu í kirkjuni og fyri teimum sum har skuldu hoyra Guds orð. Tann maðurin hevði lært at nýta bønina og forbønina sum arbeiðsamboð.

Bøn er arbeiði – og eitt tað týdningarmesta arbeiði í Guds kirkju.

Øll kunnu biðja – og pláss er fyri øllum.

Vælkomin!

LES EISINI  SAMAN Í BØN - komandi mánakvøld í Havn og í Sumba

Bókin “Fra bønnens verden” kann bíleggjast her.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina