Akrarnir eru hvítir til skurðar

„Siga tit ikki: »Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin? « Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar. “
Jóh.4,35

 

Anne Christiansen
Grøvin hjá Ábrahami fekk brøðurnar Ísak og Ísmael at semjast.

 

Saman jarðaðu teir faðir sín.

 

Tað er ein onnur grøv, sum fær øll tey, sum hava brotið niður øll sløg av fíggindaskapi og mannamuni, at semjast.

 

Tann grøvin er tóm, og gjøgnum Jesu Kristi líðing, deyða á krossinum og uppreisn, er ikki longur talan um jøda ella grikka, trælir ella frælsir, maður ella kvinna, tí vit eru eitt í Kristi Jesusi. (Gal. 3,28).

 

Evangeliið er heimsins týdningarmesti og besti boðskapur at boða heimsins 8 milliardum menniskjum. Jesus rættleiddi lærusveinar sínar, tá ið teir hildu, at heystið var okkurt, sum fór at vera í framtíðini: Heystið til Guds ríki er búgvið, og heystið er nú. Tað umfatar bæði Miðeystur og títt og mítt grannalag.

 

Jesu áheitan var: „Siga tit ikki: »Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin?« Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar. “ Jóh. 4,35
Effie Campbell umsetti