Góð tíðindi

„Eg eri ljós, komið í heimin, fyri at hvør tann, sum trýr á meg, ikki skal verða verandi í myrkrinum. “
Jóh.12,47

 

Åge M. Åleskjær

Eg havi góð tíðindi til tín! Tað verða ikki tínar góðu gerðir, sum lata himmalin upp fyri tær ein dag, og tað verður heldur ikki trotið upp á góðar gerðir, sum læsa portrið. Gud mátti lata ein heilt annan veg upp inn í himmalin og ta ævigu sæluna. Rætt og slætt av tí at eingi menniskju kundu standa mát ella lúka krøvini um fullkomileika, sum skuldi til, so at Gud skuldi góðkenna okkum, læt Gud ein heilt annan veg upp inn í himmalin enn gerningsvegin.

 

Tað hendi soleiðis: Av tí at alt tað ónda var komið inn í verðina við EINUM menniskja, sum snávaði og mistók seg, nevniliga Ádam í Edens urtagarði, kundi Gud eisini fría okkum við EINUM menniskja, sum leyk øll krøvini, nevniliga Jesus Kristus!

 

Jesus Kristus leyk øll krøvini, og harumframt tók hann alla revsingina fyri alt tað skeiva, vit øll hava gjørt. Harvið kundi hann geva okkum ævigt lív og lata himmalportrið upp sum eina ókeypis gávu.

 

Júst av tí at Jesus leyk øll krøvini og harumframt tók revsingina, kann hann nú bjóða okkum NÁÐI staðin fyri krøv. Hetta eru tey góðu tíðindini, sum kallast “evangeliið”, og sum vit nú kunnu boða óheft av krøvunum, Gud hevði sett. Bíblian strikar undir hetta aftur og aftur. Rómverjabrævið 3,21-26 greiðir okkum frá tí óuppibornu vælvild, Gud nú bjóðar okkum gjøgnum Jesus. Tí er ikki longur talan um lóg og evangelium, nú verður BARA boðað evangelium!

 

Hetta evangeliið sigur, at frelsan, sum letur himmalportrið upp, er at trúgva á Jesus. “Jesus er vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við honum.” Jóh. 14,6. “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” Jóh. 1,12.

 

Tí verður spurningurin við himmalportrið: “Trýrt tú á Jesus?” Tá verður ikki spurt um tínar gerðir, tá verður bara spurt um trúgv á hann! Hansara gerningar eru teir einastu, sum standa mát í Guds eygum. Tað, hann gjørdi, gjørdi hann fyri okkum, so at tað nú verður mett, sum hava vit gjørt tað. Hetta eru tey góðu tíðindini.

 

Lykilin er at viðurkenna, at vit ikki standa mát í Guds eygum. “Øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður.” Róm. 3,23. Men óuppiborið og av Guds náði fáa vit nú bjóðað Guds náði, tá ið vit trúgva á Jesus Kristus. Á einføldum føroyskum merkir tað, at av tí at Jesus hevur greitt alt málið fyri okkum, so er at blaka handskarnar í ringin og siga “túsund takk!” Av tí at vit ikki kundu frelsa okkum sjálv, so er tað stórt, at Guds egni sonur tók uppgávuna upp á seg vegna okkum øll. Tað er kanska eyðmýkjandi at viðganga, at okkum tørvar ein Frelsara; men hetta er kortini einasta gongda leiðin!

 

Pontius Pilatus visti ikki, hvørja støðu hann skuldi taka til Jesus Kristus. Tá ið fólkið kravdi ein ránsmann leysan, segði hann: “Hvat vilja tit tá, at eg skal gera við hann, sum tit kalla Jødakongin?” Mark. 15,12. Hesin ágangandi spurningurin er tað, sum ger av ævigu lagnu okkara: Hvat hava vit gjørt við hann?

 

Hesin spurningur kastar eisini eitt nýtt ljós inn yvir, hvat ið synd er! Jóhannes 16,9 greiðir okkum frá, at Heilagi Andin skal sannføra heimin um synd og sigur síðani: “Syndin er, at tey ikki trúgva á Jesus!” Tað, at menniskju ikki vilja trúgva á Jesus og einfalda frelsuveg hansara, er tað, sum fer at gerast vanlukkuligt. Um vit vanvirða hesa stóru frelsuna, so verður tað HETTA, sum læsir dyrnar fyri okkum, ikki vantandi gerningar ella syndir, vit hava gjørt. Syndin er, at vit ikki trúgva á Jesus, ella fyri at siga tað jaliga: Frelsan er at trúgva á hann, Jesus.

 

Nettupp tí at Jesus hevur tikið revsingina fyri allar heimsins syndir upp á seg, kann Gud smíla til okkara. Hann er ikki longur illur. Hann er nøgdur. Hann hevur gjøgnum Jesus gjørt allan heimin sáttan við seg. Hann telur ikki syndirnar hjá tær og heldur tær upp framman fyri tær, tí hann hevur strikað tær út. Hann sær tær ongantíð aftur. Jesus er ofrið ella gjaldið fyri syndina hjá øllum menniskjum. Tí kom Jesus ikki í heimin fyri at døma hann, men frelsa hann. Jóh. 12,47.

 

Gud hevur rætt hond sína út við friði. Hann hevur vundið hvíta flaggið á stong. Ósemjan millum Gud og menniskju er loyst. Hann biður okkum nú taka ímóti og gera brúk av hansara vælvild. Nú er frelsudagur, nú er náði árið.

Hvat skal eg gera at verða frelstur? Tú skalt siga Jesusi takk, og tú skalt trúgva, at tað, sum Jesus gjørdi, er nóg mikið.

Og tað kanst tú gera heima í tíni egnu stovu! Effie Campbell umsetti