Jesus
„Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, “
Jóh.10,14
Tað er í honum, at vit rørast og eru til. Uttan hann høvdu vit einki. Hann var har, tá ið Gud skapti jørðina. Uttan hann eru vit uttan lív, uttan vón, uttan framtíð. Hann er SVARIÐ upp á innasta longsulin hjá menniskjum. Og tá ið vit vita, at Jesus er hin góði hirðin, sum vil fara frá øllum teimum 99 fyri at leita eftir tí, sum er burturkomið, síggja vit, hvussu høgt hann elskar hin einstaka. e.c. Ums.
Edvard Poulsen

