Hyasintir til sálina
„og latum okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so at vit birta hvør undir annan til kærleika og góðar gerningar,“
Hebr.10,24
“Tá ið eg var sjúkrasystranæmingur, forvann eg mær nakrar eyka krónur, tí eg sat barnagenta í frítíðini,” greiddi Carol frá.
Ein dagin varð eg uppringd og spurd, um eg kundi ansa eftir tveimum børnum eitt vikuskifti. Tað einasta, eg visti, tá ið eg fór til tann tilvísta bústaðin, var, at foreldrunum “tørvaðu at sleppa burtur frá børnunum” einar tveir dagar. Eg hevði altíð hildið, at tað bara vóru múgvandi fólk, sum kundu loyva sær slíkt. Eg gjørdist rættiliga bilsin, tá ið eg kom fram til eini ómetaliga einføld hús.
Hjúnini bæði tóktust útlúgvað og avmergjað. Maðurin gav mær bústaðin, har hotellið, sum tey skuldu búgva á, var. Eg tók mær av børnunum. Annað var hálvt triðja ár og hitt ellivu mánaðir.
“Skulu tit búgva á hotelli alla tíðina?” spurdi eg.
“Høvuðsstøðin hjá okkum verður ið hvussu er har. Vit hava ætlað okkum at sova leingi, spáka runt í býnum, fara inn at eta onkustaðni, hyggja at listaframsýningum og nógv annað.”
Eg roknaði skjótt út, hvat ið hetta vikuskiftið fór at kosta. “Verður hasin túrurin ikki øgiliga dýrur?” glapp út úr mær.
“Ha? Jú, tað verður hann óivað,” svaraði maðurin. “Men tað er so týdningarmikið, at vit sleppa avstað. Vit eru bæði tvey pøst og útteipað, og vit ganga og illneitast og forsyndast hvørt inn á annað. Kona mín hevur sanniliga brúk fyri hvíld, og tað havi eg eisini.”
Hon smíltist.
“Hava tygum ongantíð hoyrt um hyasintir til sálina?” Hann tók eina gamla bók niður av bókahillini og fann fram eina yrking, sum ein persiskur yrkjari hevði skrivað fyri meir enn 700 árum síðani.
Hvis alt jordisk gods
er deg berøvet,
og av ditt knappe forråd
to brød er alt du har tilbake,
da selg det ene
og kjøp for resten
hyacinter til din sjel.
Eg lærdi nógv av hasari yrkingini. Hesi bæði høvdu, tá ið samanum kom, ikki ráð til hendan túrin. Men tey hámettu lívsvirðir, sum eg ongantíð hevði hugsað um. Tá ið tey komu aftur sunnukvøldið, líktust tey tveimum ungdómum, sum júst høvdu uppdagað, hvat ið kærleiki er. Rundan um pengaseðilin, sum var mín løn, høvdu tey bundið eina silkisloyfu til eina bláa hyasint.
Í árunum, sum eru farin, er tað vorðið sum eitt ítriv fyri meg at geva mær far um, hvør av mínum medmenniskjum kennir týdningin av teimum smáu óneyðugu tingunum, og sum av og á dusar sær við “hyasintum til sálina”.
Tey eydnusælastu eru tey, sum gera tað. Tær blómurnar, sum fólk geva til føðingardagar ella aðrar hendingar, eru ikki rættiligar “hyasintir til sálina”. Men um tú fært eitt blómutyssi, tí maðurin heldur, at tit skulu hátíðarhalda, at tað er mánadagur í dag, ella at tað júst er eitt ár síðani, at tit rindaðu síðsta avgjaldið upp á bilin, ella rætt og slætt sum “takk fyri, at tú hevur hildið meg út so leingi”, tá er tað nakað heilt annað!
Tá ið magin er tómur, kenna vit okkum svong. Men eyðkenni um sálarligan hungur er verri at uppdaga. Ein dagur fyri og annar eftir fer. Vit brúka tað, sum vit forvinna, upp á mat, klæði og húsaleigu. Men næstan ongantíð verður nakað eftir til sálina. Um tað hevur nakran týdning fyri okkum, so gera vit fegin okkurt. Vit keypa hyasintir og styrkja harvið um okkara hjúnalag. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

