Guds hendur
„Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur á meg tú lagt. “
Sálm.139,5
„tú teimum gevur, og tey henta upp, tú letur hond tína upp, og tey verða mett av góðum; “
Sálm. 104,28
Omma plagdi at siga: “Befala teg í Guds hendur.” Tað merkir at leggja seg í Guds hendur. Tá biðja vit: “Harri, nú leggi eg meg í tína hond, so ansar tú eftir mær.” Eg havi einaferð sæð eina tekning ella ein málning av einari stórari hond, og niðri í lógvanum lá eitt menniskja. Har er tryggasta staðið at vera, tí um Satan vil herja á okkum, so noyðist hann fyrst at nema við Guds hond, og tað torir hann ikki. e.c. ums.
Edvard Poulsen

