Afganskur hyggjari finnur frælsi
Jamal úr Afganistan setti seg djarvur í samband við sjónvarpsrásina Sat-7 Pars fyri at luta sín vitnisburð um, hvussu Gud broytti hann frá at vera ein óttafullur fanatikari til at vera ein sannur kristin.
Jamal, ein ungur maður mitt í tjúgunum úr Afganistan og fyrrverandi limur í Taliban, hevur longu verið fyri nógvum í sínum unga lívi. Hann hevur verið á einari torførari ferð, frá einari stórari og fortróligari familju í Afganistan, til at flýggja yvir nógvar høgar fjallaryggir í Eysturiran. Hann býr nú í Iran og hyggur eftir Sat-7 Pars sjónvarpsskránni, sum sendir á persiskum máli, fyri at fáa kristna undirvísing. Hann setti seg í samband við sjónvarpsrásina fyri at siga sína søgu.
– Sum ungur dámdi mær væl skotvápn. Alt, eg hoyrdi um og lærdi, var at drepa tey vantrúgvandi og tey, sum vóru blivin kristin.
Ein dagin, tá pápi mín lá og svav, rýmdi eg heimanífrá. Eg arbeiddi og royndi at vinna mær pening. Tað eydnaðist mær at flýggja til Iran, minnist Jamal.
Jamal kom í hóslag við og bleiv vitni til mannasmugling. Smuglararnir søgdu honum, at teir høvdu ávísar háttir, har teir hjálptu fólki við at sleppa, hagar tey vildu, so hann fylgdi teimum.
– Eg veit ikki, hvussu vit komu yvir fjøllini. Í svongd og tosta svóvu vit í kuldanum uppi í fjøllunum og úti á markini, sigur hann.
Uttan so at tú ert ríkur, kann lívið vera sera trupult í Iran. Og sum afgani í Iran ert tú fyri stórum mismuni. Jamal møtti nógvum trupulleikum á sínari ferð.
Byrjanin til eitt nýtt lív
Tá hann var komin til Iran, byrjaði Jamal fyrst at arbeiða í einum handli. Tá hann bleiv 15 ára gamal, fekk hann lærupláss hjá einum byggiharra. Sjálvt um hann møtti nógvari mótstøðu, var hann ikki einsamallur:
– Ein av vinum mínum var kristin og fortaldi mær alt um trúgv sína gjøgnum telefonina.
Tá eg las í Bíbliuni, skilti eg, at eg kundi koma til Guds við øllum mínum trupulleikum.
Aftaná at hava lisið Bíbliuna, gav eg mítt hjarta til Harran. Um tú spyrt meg í dag, her sum eg siti, kenni eg meg á mínum rætta staði. Eg gleðist um at hava funnið tann rætta vegin at ganga fyri meg.
Kelda: Sat-7