Áheitan um stuðul til SIMBA

Eftir ætlan skuldi tað verið talvudagur fyri SIMBA, barna og junior arbeiðið hjá Heimmamissiónini, sunnudagin 4. oktober. Men síðan korona er komið, hevur tað ikki verið ráðiligt at havt talvudagar í kirkjunum.

SIMBA verður í stóran mun fíggjað av gávum og møguligum yvirskoti av tiltøkum.

At allar legur og onnur tiltøk síðan mars eru avlýst, merkist væl fíggjarliga. Tí koma vit við eini áheitan um at stuðla SIMBA við at flyta eina gávu á konto nr. 6460 – 462.256.3

Eisini er møguligt at brúka stuðulssíðina, sum kann finnast HER.

LES EISINI  Tá einglarnir syngja
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina