Altíð ein serlig løta at senda ein trúboðara út í fjarskotin lond
Tað var ein innilig og hjartanemandi løta á Skála leygarkvøldið, tá Elisabeth Poulsen varð send út til trúboðaratænastu í Liberia. Um 90 fólk høvdu leitað sær í Skála kirkju í góðveðrinum at biðja fyri Elisabeth og sýna henni stuðul, nú leiðin fyrst í oktober gongur til Vesturafrika.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Elisabeth Poulsen fer av landinum í missiónstænastu, og tað skein eisini ígjøgnum tað, ið varð sagt leygarkvøldið, bæði undir útsendingargudstænastuni í kirkjuni og tá heilsanir vórðu bornar fram í meinigheitshúsinum aftaná. Elisabeth hevur verið virkin í bæði Etiopia og Botsvana áður og hevur eisini lagt nógv eftir seg í missiónsarbeiðnum í og út frá meinigheitshúsinum.
Spyr, hvar Gud vil hava okkum at vera
Símun P. Jacobsen, sóknarprestur, stóð fyri gudstænastuni og hevði fyrst eina stutta talu. Hann nam millum annað við tær mongu gávurnar hjá Elisabeth, sum eru komnar eitt nú meinigheitshúsinum á Skála til góðar. Elisabeth brennur fyri tí, sum hon ger, og sparir ikki seg sjálva. Símun nevndi eisini, at Elisabeth altíð hevur spurt, hvar Gud vil hava hana at tæna, og tað eiga vit onnur eisini at gera.
Tað er danski missiónsfelagsskapurin Promissio (fyrr Dansk Ethioper Mission), sum sendir Elisabeth út í samstarvi við føroyska felagsskapin Tæn Afrika, sum Elisabeth sjálv hevur verið við til at stovna og leiða. Í Liberia skal Elisabeth vera partur av skúladeildini hjá luthersku kirkjuni; hon skal arbeiða við at menna lærararnar við ráðgeving og skeiðum. Meirilutin av lærarunum á teimum 28 skúlunum, sum kirkjan rekur, hevur onga formliga læraraútbúgving, og tí er stórur tørvur á meira innliti í ymiskar undirvísingarhættir og námsfrøðiliga grundan.
Við til at reisa Liberia aftur á føtur
Frede Ruby Østergaard, aðalskrivari í Promissio, talaði eisini í Skála kirkju. Hann nevndi tann fyrimunin, at Elisabeth kennir bæði Promissio og Afrika. Hann avdúkaði, at Elisabeth upprunaliga hevði søkt eitt leyst starv í Etiopia, men at tey skjótt sóu, at Liberia hevði stóran tørv á hennara førleikum. Kirkjan í Liberia hevur nevniliga stórar avbjóðingar við skúlaskipanini, sum hevur alstóran tørv á menning. Tá lærarar verða mentir, mennir tú eisini børnini, og tá ert tú eisini við til at fáa samfelagið aftur á føtur. Liberia er tað fimtfátækasta landið í heiminum eftir fyrst borgarakríggj og síðani ebolasótt.
At enda heilsaði Frede teimum her heima, sum standa aftanfyri Elisabeth, og eggjaði teimum til at bakka hana væl upp á allan hátt. Men hann legði afturat, at vit her heima hava eisini tørv á íblástrinum frá útitrúboðarum. Tí ígjøgnum teir uppliva vit Guds missión og hvussu Gud arbeiðir um allan heim.
Send út við bíbliuorðum og forbøn
Sjálv útsendingin gekk soleiðis fyri seg, at fimm fólk lósu hvør sítt bíbliubrot fyri henni. Tey snúðu seg millum annað um missiónskallið og um Guds umsorgan fyri sínum tænarum. Síðani bóðu tey fyri Elisabeth við handaálegging, meðan alt kirkjuliðið kundi biðja við. Eftir ynski frá Elisabeth varð síðani eisini biðið fyri báðum døtrum hennara, versoni og ommusynunum báðum.
Eftir eina inniliga løtu í kirkjuni varð bjóðað til ein góðan drekkamunn í meinigheitshúsinum. Har var høvi at bera Elisabeth eina heilsan, og tað høvið nýttu mong.
Elisabeth endaði sjálv løtuna. Hon nevndi ymiskar hendingar, sum hon hevur verið úti fyri sum trúboðari, og setti orð á ítøkilig bønarevni. Júst tørvurin á áhaldandi forbøn gekk sum ein reyður tráður gjøgnum alt kvøldið.
Elisabeth byrjar í starvi sínum fyrst í oktober, og ætlanin er at ferðast millum Føroyar og Liberia. Tað merkir tríggjar-fýra mánaðir úti og so ein mánað heima, her hon skal hava møtir og greiða frá arbeiðnum.