Altjóða kanning: Trúgvin kann gott vísast alment

Pew Research Center hevur júst kunngjørt nýggja frágreiðing um hugburðin mótvegis átrúnaði, javnrættindum og familjulívi. Meirilutin av teimum 30.133 spurdu í 27 ymsum londum eru ikki ímóti, at átrúnaður fyllir meira í almenna rúminum.

Mong halda, at átrúnaður hevur minni týdning í samfelagnum nú enn fyri 20 árum síðani. Men landafrøðiliga er stórur munur á svarunum. 58 prosent av amerikanarum og 64 prosent av kanadiarum halda, at átrúnaður hevur minni týdning nú enn fyrr. 19 prosent av amerikanarum og 12 prosent av kanadiarum halda tó, at átrúnaður hevur størri týdning nú.

Í fleiri asiatiskum og afrikonskum londum svarar meirilutin, at átrúnaður hevur størri týdning nú enn um aldarskiftið. 83 prosent í Indonesia, 65 prosent í Nigeria og 60 prosent í Kenja eru samd um, at átrúnaður hevur størri týdning nú enn fyrr.

Kring heimin gremja fólk seg um, at familjurnar eru undir trýsti. Samstundis halda tvey av trimum spurdum, at javnrættindi millum kynini er gott.

Vesturevropearar eru mest ímóti átrúnaðarligari ávirkan

Tey evropeisku londini eru mest ímóti øktari ávirkan av átrúnaði í almenna rúminum. Í Svøríki, Fraklandi, Niðurlondum, Spania og Týsklandi eru mong ímóti, at átrúnaður fær størri ávirkan. Har liggur Svøríki á odda. 51 prosent av svium eru ímóti og bara 29 prosent fyri.

Um býtt verður upp eftir aldri, so eru fólk omanfyri 50 ár sum heild meira jalig um týdningin av átrúnaðinum í samfelagnum, í mun til tey yngru ættarliðini.

Men ymiskleikin kring heimin ger, at tað er trupult at gera eina niðurstøðu av kanningini, viðgongur Pew Research Center.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina