Andakt til tey gomlu 30

  • Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá faðir ljósanna.  

(Ják 1,17) 

Vit hava reiðiliga lætt at trúgva, at sólskin og regn eru gávur frá Gudi. Eisini heilsan. Men er menniskjað medvirkandi við hegni sínum og partur í hesum, verður minni hugsað um hetta, at hetta tó alt eru gávur omanífrá. Nú, eg seinastu tíðina eri vorðin alt meiri risthentur, hevði ikki borið til at skrivað, uttan skrivimaskinuna. Eg takki Gudi fyri hana og hesa uppfinnig. Vit hava lyndi at gloyma Gud í hesum samanhangi. Hevur tú nakrantíð takkað Gudi fyri tínar brillur? Hugsa tær, hvør ein undurfull gáva, tær eru!      

Eg kundi hildið fram, elljósið, fjarhitin ella oljufýringin; allar tær uppfinningar, sum lætta gerandisdagin og geva okkum betri stundir at sýslast við tí andliga. Eru hesar ikki andligu gávur Guds? Eru hesar ikki verdar eina tøkk? Ístaðin fyri at ganga í áravís og meta hesar gávur sum eina sjálvfylgju. Í veruleikanum hoyra tær til “dagliga breyðið”, sum Jesus veitir okkum og loyvir at biðja um hvønn einasta dag og sum hann hevur fyrijáttað, at henda bøn verður bønhoyrd. Sambært frágreiðing Luthers í lærubókini til fjórðu bøn, sum í lærubók mínari endar við “góðir trúfastir vinir og tesslíka”.  

Kanska hava vit nú á eldri árum lært betur at takka Gudi fyri nógv, vit áður hava hildið sum eina sjálvfylgju, at hoyrnin og sjónin eru í lagi. So hava vit eisini lagt til merkis, at gott er at duga takka Gudi. Lær okkum, Harri, betur at takka tær fyri ósigandi gávur tínar. 

“Allar góðar gávur Gud faðir øllum gav, takk fyri grøði, fong og skurð við haka, ár og stav’.” Slb. 698  

****

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti