Alt til veraldar enda

Skrivað: Jannet Hanusardóttir Højgaard

Sí, eg eri við tykkum alllar dagar alt til veraldar enda. (Matt 28,20)

Hetta var minningarorðið á sunnudagsskúlanum í samband við Kristi himmalferðardag.

Hvat var tað, sum hendi, eftir at Jesus var deyður og risin upp? Hendan spurning fingu børnini í sunnudagsskúlanum. Eingin ivaðist í, hvat hendi á páskum. Men hvat hendi Kristi himmalferðardag var meira ivasamt. Var Jesus ikki deyður og risin upp 1. páskadag? Var hann ikki farin heim til himmals?

Í 40 dagar vísti Jesus seg fyri lærusveinunum og lærdi teir nógv, sum teir ikki høvdu skilt, áðrenn hann fór heim til faðir sín.

Maria Magdalena fer beinleiðis til lærusveinarnar eftir at hava sæð Jesus og fortelur teimum, hvat hon hevur sæð. Men teir trúgva henni ikki. Ikki ein teirra vaknar við og minnist til orðini, sum Jesus segði, áðrenn hann doyði. Undarligt – alt var júst hent soleiðis, sum Jesus og profetarnir høvdu talað. Teirra eygu vóru latin aftur: »Nakrar kvinnur hava gjørt okkum í ørviti» sigur Kleofas á veg til Emmaus. «Tær siga seg hava sæð eina sjón av einglum, sum søgdu hann liva» Jesus, sum her vísir seg fyri teimum, sigur: «Og tykkara óvitugu menn og seinføru í hjarta til at trúgva øllum tí, sum profetarnir hava talað!» (Luk 24)

Í Matteus 13,15 sigur Jesus soleiðis «Tí at hjarta er vorðið deyvt, og við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur.»

Mangan hevði Jesus boðað páskaboðskapin fyri lærusveinunum um hansara deyða og uppreisn, men teir høvdu ikki skilt, tað hann hevði prædikað. Nú høvdu teir sæð hann fleiri ferðir, áðrenn hann fór til himmals. Og hann hevði lovað at verið við teimum allar dagar alt til veraldar enda.

O, Jesus lat upp míni eygu,

at mína ogn eg síggja kann!

Eg eigi faðir, sum mær segði,

hann barn sítt aldri gloyma kann.

Eg kenni ævinleikans ríki,

ein náðifavn eg opnan fann,

og dýrdarkrúnu, ei finst líki,

ein arvur, sum mær Jesus vann