Matteus 14,22-36

Teksturin í dag er Matteus 14,22-36

Ólavur Jacobsen lesur.

Jesus gongur eftir vatninum
v22 Og við tað sama noyddi hann lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað. v23 Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har einsamallur í einingi. v24 Men báturin var longu mitt úti á vatninum, og var illa staddur av aldunum, tí at teir høvdu andróður. v25 Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. v26 Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: «Hatta er eitt spøkilsi.» Og teir rópaðu av ræðslu. v27 Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: «Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!» v28 Men Pætur svaraði honum og segði: «Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.» v29 Men hann segði: «Kom!» Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi. v30 Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: «Harri, bjarga mær!» v31 Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: «Fátrúni maður, hví ivaðist tú?» v32 Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin. v33 Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: «Sanniliga ert tú sonur Guðs!» v34 Og tá ið teir høvdu róð yvirum, komu teir at landi í Genesaret.Jesus grøðir mong
v35 Og av tí at fólk har á staðnum kendu hann, sendu tey boð allar staðir har um vegir, og tey førdu til hansara øll tey, ið høvdu ilt. v36 Og tey bóðu hann um, at tey máttu nema eina við faldin á klæðum hansara; og øll tey, ið nomu við hann, vórðu frísk.