Matteus 15,1-9

Teksturin í dag er Matteus 15,1-9

Jógvan Højgaard lesur.

Reint og óreint
v1 Tá komu Farisearar og skriftlærdir úr Jerúsalem til Jesus og søgdu: v2 «Hví bróta lærusveinar tínir gamlan fedranna sið? Tí at teir tváa sær ikki um hendurnar, tá ið teir fáa sær at eta.» v3 Men hann svaraði og segði við teir: «Hví bróta eisini tit Guðs boð fyri siðir tykkara? v4 Tí at Guð hevur boðið og sagt: «Æra faðir tín og móður tína» og «tann, ið biður ilt fyri faðir ella móður, honum er deyðin vísur.» v5 Men tit siga: «Tann, ið sigur við faðir sín ella móður sína: «Hetta, sum tú kundi havt hjálp í av mær, skal vera ein tempulgáva,» honum nýtist ikki at æra faðir sín ella móður sína.» v6 Og soleiðis hava tit avtikið Guðs lóg fyri siðir tykkara. v7 Tykkara falsarar! Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tá ið hann segði: v8 «Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær.