Aftur til røturnar

Skrivað: Asbjørn Mikkelsen

“Tí at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt” (Áps 4,20).

Vit liva í einum deiligum landi, givið okkum oman úr erva at umsita, liva og virka í. Fara vit nóg væl við hesi ogn okkara, sum vit skulu lata teim ættarleiðum, ið eftir okkum koma?

Gjørt verður í miðlum vart við, at vit mugu gerast meiri ‘grøn’ og taka atlit til ta alsamt vaksandi dálkingina, sum vit eru partur av. Og alt gott við hesum.

Tey ‘gomlu’ livdu í pakt við Gud og náttúru, soleiðis at náttúran endurnýggjaði seg sjálv. Hvar er tann hugburðurin blivin av ? Jú, í tráan okkara at stýra øllum sjálv, so er tann hugburðurin fánaður burtur í einki hjá so mongum.

Vit mugu ásanna, at vit hava misrøkt Guds skapanarverk í rúma tíð, og tað sæst aftur nú í veðurlagsbroytingum, líðandi fólkum og djórum.

Tí mugu vit aftur til røturnar.

Og tað er, at vit minnast til at leggja alt í Guds hendur, takkandi honum fyri, at vit eru so ríkiliga vælsignað, og biðja hann hjálpa okkum at varðveita land, fólk og fenað okkara í sannari trúgv, lærandi okkum at hugsa um næsta okkara, sum bæði eru tey, ið vit liva saman við, og tey, ið eftir okkum koma.

Gud hjálpi okkum til tað.