Alt av náði
“Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki av tykkum at takka, tað er Guds Gáva” (Efs 2,8)
Tað er ikki av okkara gerningum, at vit kunnu kalla okkum frelst, men av Guds náði. Sjálvt um vit liva eitt sera pent lív, so er tað ikki tað, sum frelsir okkum. Hevði Gud dømt okkum eftir gerningum, so hevði ongin kunna kallað seg frelstan. Frelsan er heldur ikki bygd á eina blanding millum okkara gerningar og Jesus. Einans Jesus frelsir, og Gud er so at siga ikki nøgdur við nakað annað.
Fyri ein syndara eru eingi betri tíðindi, enn at frelsan er ein gáva frá Gudi, tí vit eru syndarar, sum hava brúk fyri Guds náði. Hvønn einasta dag. Við sínum deyða á Golgata, vann Jesus okkum syndanna fyrigeving, tá hann doyði vegna okkara syndir. Gjøgnum trúnna á Jesus, gevur Gud okkum frelsuna, og tað er av náði, tað skyldast hann og eina hann. Tað er ein gáva. Jesus vann yvir deyðanum og gjørdi okkum ein veg til himmals. Tann vegurin, sum Jesus hevur vunnið, er eisini tann einasti vegurin, sum førir til Gud.