Alt stendur á signing Guds

Skrivað: Kristianna Johannesen

Í nógvum føroyskum heimum hanga uppsløg, har ávísur tekstur er skrivaður ella broderaður á.

Tað kann vera: Alt av náði, Gud signi heimið, Harrin er hirði mín, Jesus og so framvegis

Í mínum barnaárum møtti eg mongum slíkum uppsløgum, tá eg og systrarnar vórðu sendar runt bygdina at selja lutaseðlar, bøkur ella onnur ørindir.

Hesi uppsløg talaðu til mín. At koma inn í eitt heim, har eg í gongini til dømis varð møtt við tekstinum: Gud signi heimið. Tað setti mínar tankar í gongd: at Gud mátti signa hetta heim, at tey, sum í hesum húsi búðu, ynsktu, at Guds signing hvíldi yvir teimum. Eisini fekk eg mangan hug at biðja fyri fólki í hesum heimum.

Nú havi eg arvað eitt slíkt uppslag, har tað stendur: Alt stendur á signing Guds.

Eri sera fegin um hesa áminning, sum minnir meg á, at alt, mær er givið og litið til, er Guds signing til mín. Eg eri takksom fyri hesa áminning, tí tað er so skjótt at taka alt fyri givið, og tað er so skjótt at verða ótakksom og ynskja og ”krevja” meira, enn eg havi.

Hetta minnir meg eisini á, at Gud, sum hevur skapað meg og hevur fylgt mær gjøgnum lívið, hevur signað meg, og at eg fái loyvi at standa i hansara signing.

Hetta minnir meg eisini á, at tá tað ikki gongst mær soleiðis, sum eg hevði ætlað, so kann eg hvíla í, at alt stendur á signing Guds.

Takk Gud fyri tína ríku signing!