Alt, sum Gud ger

Skrivað: Hanus Thomsen

“Eg fataði, at alt, sum Gud ger, tað stendur við allar ævir, har legst einki afturat, og har tekst einki burturav; og soleiðis hevur Gud gjørt tað, fyri at menn skulu óttast hann” (Præd 3,14).

Alt her á jørð hevur sína avmarkaðu tíð. Alt, sum vit menniskju finna uppá, broytist við tíðini. Okkara hugsanarháttur og hugburður broytist, klædnamótin skiftir, tøknin betrast, rætti politikkurin skiftir. Men soleiðis er ikki hjá Gudi. Tað, ið Gud ger og hevur gjørt, broytist ikki í allar ævir. Tað stendur fast. Tað er ikki ávirkað av okkara hugburði til tað. Um tað er modernað ella ómodernað.

Gud hevur gjørt eina bjarging til reiðar til ein syndafaldnan heim. Við at geva sín egna son Jesus Kristus sum loysigjald fyri alla heimsins synd. Tað stendur fast um ævir. Har skal einki gerast afturat, og har skal einki trekkjast burturav. Tað er fullgjørt.

Hetta kunnu vit, ið hava sett okkara álit á Jesus, finna frelsu, gleði og frímóð í. Hóast vit eru so ófullkomin og mangan ikki strekkja til, so trúgva vit á eina fullkomna frelsu í Jesusi. Latum okkum hyggja meir uppá tað, sum Jesus hevur gjørt, enn uppá okkum sjálv.

“Hann eigur at vaksa, men eg at minka” (Jóh 3,30).